AppYonder

Nummarkall

KTR

No ratings yetUtilitiesAges 17+

Get it free on the App StoreOpens Apple's App Store

Screenshots

About this app

Nummarkall er ein føroysk telefonbók til iPhone. Appin er á føroyskum. Leita eftir navni, nummari ella staði. Síggj upplýsingar um fólk og fyritøkur, og goym nummur, tú brúkar ofta. Tá ið tú tendrar Nummarkall undir nummargreining í stillingunum á iPhone, kann telefonin vísa, hvør ringir, um nummarið er í telefonbókini. Telefonbókin verður goymd á telefonini. Tú kanst leita uttan netsamband í upp til sjey dagar eftir seinastu váttaðu dagføring. Eftir tað krevst netsamband fyri at dagføra hana. Nummargreiningin hjá iPhone kann varðveita eldri nøvn, til appin sleppur at koyra aftur. Fyri at brúka Nummarkall váttar tú títt føroyska fartelefonnummar og skrásetur navn og bústað. Títt fartelefonnummar verður sjónligt í telefonbókini. Tú kanst eisini leggja onnur nummur afturat og halda tínar upplýsingar dagførdar. Tú kanst strika kontuna í appini. Hevur tú spurningar ella vilt biðja um eina rætting, finnur tú okkum á nummarkall.fo/samband.

More from KTR

You might also like